Uttanlands

Skriðulop og nógv avfall í Noregi

Leitað hevur verið eftir einum persóni, sum sat í einum bili, sum varð tikin av einum skriðulopi

(Mynd: NRK)

(Mynd: NRK)

2019-07-31 07:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv avfall og fleiri skriðulop hava verið í vestara parti av Noregi í gjár og í nátt. Í kommununum Jølster og Førde í Sogn og Fjordane máttu 150 fólk flytast burtur.

Fleiri av fólkunum vórðu heintað í bátum, tí vegirnir eru oyðilagdir av skriðulopum, skrivar Ritzau.

Beint fyri klokkan 21 í gjárkvøldið hendi eitt ógvusligt skriðulop nærhendis Jølstervatnet. Ein bilur varð tikin við í lopinum, og ein persónur leyp í vatnið. Bæði bjargingartyrlur og kavarar umframt sjálvboðin frá Reyða Krossi tóku lut í leitingini eftir persóninum.

- Vit hava ikki yvirlit yvir persónar ella bilar, sum eru rakt, men higartil er ongin fráboðan komin um nakran, ið er saknaður, skrivaði løgreglan í eini fráboðan klokkan 22 í gjárkvøldið.

Ein tíma seinni støðgaðu tey at leita við tyrlu, tí veðurlíkindini ikki vóru til tess, boðaði løgreglan frá.

Enn er onki fólk bjargað úr vatninum.

Minst tvey hús vórðu tikin við í ógvusligum skriðulopum í Jølster seinnapartin í gjár. Nógva avfallið hevur ikki bert havt skriðulop við sær. Fleiri áir eru floymdar upp um áarbakkarnar, og stór strekki av E39 høvuðsvegnum standa undir vatni.

Illveðrið kom heilt knappliga yvir Jølster og Førde í gjár. Eftir bert ein tíma vóru millum 20 og 30 millimetrar komnir niður, og nógva regnið heldur fram í dag.

Minst 1500 fólk hava verið rakt av streymloysi orsaka av regninum og ógvusliga toruveðrinum, sum eisini var, skrivar NTB.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder