30. desember gjørdist ein lagnudagur hjá í norska býnum Ask í Gjerdum kommunu, nakað norðanfyri Oslo.
Mánamorgunin var støðan tann, at sjey lík vóru funnin, og tað er hon framvegis. Tað er nú ein vika síðani skriðulopið, tað er torført at leita, og løgregla og bjargingarfólk halda seg hava gjørt alt:
- Seinastu vikuna hava vit gjørt alt fyri at bjarga lívum. Vit hava kannað øll øki, ið ein kundi hugsa sær, at har kundi onkur verið á lívi. Vit síggja eisini, at tey sum eru deyð, er deyð skjótt eftir hendingina. Hóast vit hava givið upp, í mun til at finna fólk á lívi, so er leitingin ikki av. Nú fara vit í eina aðru fasu, ið snýr seg um at finna øll, ið hvurvu
Hetta segði politovastin Øst politøkinum, Ida Melbo Øystese, á einum tíðindafundi seinnapartin í gjár. Hon vísti samkenslu fyri teimum, ið sita eftir, og staðfesti at lagnan var tung.
Fridtjof Heyerdahl, læknaligur leiðari fyri bjargingararbeiðnum, segði eisini sambært NRK, at hetta var ein avgerð, ið var torfør at taka á einum kensluligum støði - hóast fyritreytirnar bara ikki eru til staðar, so var tað tungt at hugsa um tær tíggju lagnurnar, segði hann
Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, hevur á Twitter víst sína samkenslu:
- Det er med stor sorg vi nå mottar beskjeden om at det ikke lenger er håp om å finne overlevende etter skredet i Gjerdrum. Mine tanker går til de som har mistet sine kjære. Jeg vil takke redningsmannskapene som har gjort alt de kan for å redde liv.
Í gjár var eitt lítið skriðulop á sama staði, men eingin kom til skaða. Leitað verður framvegis eftir teimum saknaðu. Nú er kanningarbeiði eisini byrjað - greiða skal fáast á, hví vanlukkan hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald