Innanlands

Skriva undir samgonguskjalið klokkan 9 - fyrsti tingfundur klokkan 10

Tíðindafundur verður í løgtinginum fyrrapartin. Beint eftir verður fyrsti tingfundur hesa setuna

Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-14 07:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv virksemið í løgtinginum fyrrapartin. Klokkan 9 verður tíðindafundur hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, har teir fara at kunngera samgonguskjalið, sum flokkarnir eru vorðnir samdir um.

Eftir hetta verður fyrsti tingfundurin hesa setuna. Á skránni fyrio tingfundunum sum byrjar klokkan 10 er fyrst góðkenning av valbrøvum og valúrsliti og val av tingformanni.

Kringvarpið stroymir tíðindafundin beinleiðis á kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder