2022-10-24 07:43
Mikukvøldið 26. oktober verður aftur skrúvuguðstænasta og Miðvika í Hoyvíkar kirkju.
Gudstænastan byrjar klokkan 17.30. Byrjað verður í kirkjuni við eini bíbilsøgu, og síðani verður bjóðað til lasanju í Kirkjukjallaranum, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
Klokkan 19.30 verður síðani Miðvika við Hera Joensen, presti, har Heri fer at hugleiða um at vera ”prestur í Norðoyggjum fyrr”.
Heri Joensen, sóknarprestur, kemur at lýsa gerandisdagin hjá presti í Norðoyggjum tíðliga í farnu øld. Eitt nú, hvussu ofta prestur var á útoyggj, og hvørjar uppgávur hann annars hevði. Ein drekkamunnur verður eisini at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald