Mentan

Skrúvuguðstænasta og Sálmamiðvika í Hoyvík

Mikukvøldið 19. februar verða skrúvugudstænasta og Miðvika í Hoyvíkar kirkju

2020-02-17 18:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 19. februar verða skrúvuguðstænasta og tiltakið Miðvika í Hoyvíkar kirkju.

Kl. 17.30 verður bjóðað til skrúvuguðstænastu, har ein bíbliusøga verður fortald, sálmar verða sungnir, og síðani verður farið niður undir í Kirkjukjallaran til lasanju.

Kl. 19.30 verður Miðvika, ið hesaferð er sálmakvøld burturav. Prestarnir báðir, Bergtórur og Theodor, greiða frá um sálmar, sum eisini verða sungnir hetta kvøldið. Eftir løtuna í kirkjuni verður drekkamunnur í Kirkjukjallaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder