
Hvønn einasta dag í árinum fær ein føroyingur boðini: Tú hevur krabbamein. Tí verður nógv gjørt fyri at fyribyrgja krabba, og nógv verður gjørt fyri at staðfesta sjúkuna sum skjótast, geva bestu viðgerð og gera umstøðurnar hjá teimum, sum rakt verða, so góðar, sum til ber.
Meira enn helmingurin av teimum, sum fáa staðfest krabbamein, gerast frísk, tí fyribyrgjandi arbeiði ger mun, umframt at viðgerðin og viðgerðartilboðini gerast fleiri og betri.
Og øll kunnu hjálpa til og gera mun. Tí hava allir skúlar í Føroyum fingið bræv frá Krabbameinsfelagnum við kunning um landsinnsavningina, og skúlarnir kunnu eisini vera við í innsavningini.
Í Skúlanum á Fløtum vóru tey í 4.a samd um, at tey eisini vildu gera egna innsavning til endamálið.
Tí hava børnini og flokslærarin Jónfríð Jóanesarson latið eina sølubúð upp í skúlanum. Børnini selja tóst, sunkist og nýbakaðar muffins og cookies í døgurðasteðginum tvær ferðir um vikuna alt fram til landsinnsavningina, sum verður víst í sjónvarpinum leygarkvøldið 27. mars.
Undirtøkan var óføra góð, tá ið røsku børnini seldu fyrstu ferð mánadagin. Tá blivu bæði muffins og coockies útseldar. Børnini seldu aftur í dag í døgurðasteðginum.
Peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald