Eins og á okkara leiðum eru foreldur í USA eisini í ferð við at keypa inn, so børnini verða klár til skúlabyrjan, men munurin er tann, at herheima stendur ein skottrygg skúlataska ikki á innkeypslistanum.
Sambært amerikonskum miðlum, boða fimm framleiðarar, sum framleiða taskur ella innlegg til taskur, sum skal verja móti pistólkúlum, frá, at eftirspurningurin er øktur munandi seinastu tíðina.
- Vit plaga at selja 100 eintøk um mánaðan, men bara seinastu dagarnar hava vit selt 300 eintøk, sigur umboð frá fyritøkuni Readytogosurvival.com.
Umboð frá fyritøkuni Skyline USA, sum framleiðir Guard Dog ProShield Scout ryggsekkin, greiðir frá, at áhugin hevur verið so stórur, at ryggsekkurin fleiri ferðir hevur verið útseldur í handlunum.
Hildið verður, at samband er millum økta eftirspurningin og skotdrápini í El Paso í Texas, og í Dayton í Ohio.
Eisini aftaná øðrum tílíkum hendingum - eitt nú hópskotdrápið í Marjory Stoneman Douglas miðnámsskúlanum í Florida í fjør - hevur eftirspurningurin verið stórur.
Men tað er ikki bara tað, sum er orsøkin til stóra eftirspurningin, sum hevur verið seinastu dagarnar, skrivar DR.
Framleiðarar eru nevniliga byrjaðir at marknaðarføra vørur sínar til foreldur í sambandi við skúlabyrjan hjá børnunum.
- Tað er ógvuliga harmiligt, at marknaðurin roynir at loysa ein trupulleika, sum okkara politikarar hava noktað at loyst, sigur umboð frá felagskapinum Guns Down America, sum stríðist fyri betri vápnaeftirlit í USA.
Hesum er Kamala Harris, senator og demokratiskt forsetavalevni, samd í.
- Ein skottryggur ryggsekkur átti ikki at verið á tínum skúlabyrjanar-innkeypslista, skrivar hon á Twitter.
Sambært Skyline USA, kunnu ryggsekkar teirra veita mótstøðu móti kúlum frá pistólum og høglbyrsum. Teir kunnu tó ikki steðga skotum frá sjálvvirkandi vápnum, sum ofta verða nýtt í skottilburðum í USA.
Nýggju ryggsekkirnir eru tó hvørki kannaðir ella góðkendir av myndugleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald