Innanlands

Skúladepilin í Suðuroy næstan lamin orsaka av vánaligum internetsambandi

Innlatingar verða framdar yvir netið, tað mesta av tilfarinum liggur har, og 37 næmingar skriva í løtuni Breytaverkætlan. Sambært FT-net verður netið munandi betri í kvøld

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2020-02-11 17:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vánaliga internetsambandið í Suðuroynni ávirkar gerandisdagin á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum í stóran mun í løtuni. Hesum boðar Skúladepilin frá í tíðindaskrivi.

Í løtuni gongur tað serliga útyvir teir 37 næmingarnar í 3. flokkunum á Miðnámsskúlanum, sum í løtuni skriva Breytaverkætlan. Tørvur er sjálvsagt á netinum í hesum førinum, og sambært skúlastjóranum er próvstøðan kunnað um viðurskiftini, og atlit verða tikin útfrá hesum.  

Skúladepilin skrivar, at undirvísingin er í stóran mun tengd at internetinum. Størsti parturin av samskiftinum fer fram yvir internetið, og innlatingarnar verða framdar yvir netið. Størsti parturin av undirvísingartilfarinum er tøkur umvegis internetið, nú miðjað verður ímóti, at skúlarnir í mest møguligan mun eru pappírsleysir.

Tíðindaskrivið endar við, at heitt verður á veitaran at ikki bara fáa trupulleikan loystan skjótast gjørligt, men um at syrgja fyri at hetta ikki hendur aftur: 

- Sum støðan er nú, eru viðurskiftini als ikki nøktandi fyri framkomnar skúlar. Skúladepilin vónar, at ein loysn verður funnin skjótast gjørligt, so vanliga virksemið kann halda fram á skúlunum. Skúlarnir heita eisini staðiliga á tey, sum varða av internetsambandinum um at framtíðartryggja hetta, so støðan ikki endurtekur seg.

FT-net umsitur netið. Í gjár varð boðað frá, at órogv er á fjarskiftistænastuni í Sandoy og Suðuroynni. Brek á kaðalunum er orsøkin til tað, men Páll Vesturbú, stjóri sigur við in.fo, at í dag er ein støð sett upp og radiosamband verður sett til. Hetta burdi bøtt munandi um støðuna, og ætlanin var at fáa tað at koyra nú um nátturatíð

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder