Innanlands

Skúlafólk savnast til læraradagar

Tveir dagar settir av í Norðurlandahúsinum í næstu viku til ráðstevnuna "Lærdómur er lættur at bera"

2020-02-11 15:32 Author image
Innsent
placeholder

Í komandi viku skipar Nám fyri stórari ráðstevnu fyri øllum landsins fólkaskúlalærarum og fólkum í skúlaverkinum. Læraradagurin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, ber heitið ”Lærdómur er lættur at bera”.

Dagurin verður hildin í tveimum. Týsdagin 18. februar fyri hesum skúlum: Á Skúlatrøð, Eiðis skúli, Eysturskúlin, Frískúlin Keldan, Fuglafjarðar skúli, Haraldsunds skúli, Hósvíkar skúli, Húsar/Syðradals skúli, Hvalvíkar skúli, Kaldbaks skúli, Kirkju/Hattarvíkar skúli, Kunoyar skúli, Kvívíkar skúli, Skúlin á Argjahamri, Skúlin á Fossánesi, Skúlin á Giljanesi, Skúlin í Eysturkommunu, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin við Streymin, Sørvágs skúli, Velbastaðar skúli, Vestmanna skúli og Viðareiðis skúli og mikudagin 19. februar fyri hesum skúlum: Dugni, Fámjins skúli, Frískúlin í Havn, Hoyvíkar skúli, Hvalbiar skúli, Kollafjarðar skúli, Lítliskúli, Nólsoyar skúli, Oyndarfjarðar skúli, Porkeris skúli, Runavíkar kommunuskúli, Sandoyar Meginskúli, Sands skúli, Sankta Frans skúli, Skála skúli, Skálavíkar skúli, Skopunar skúli, Skúlin á Fløtum, Skúlin á Trøðni, Stranda skúli, Sumbiar skúli, Tofta skúli, Tvøroyrar skúli og Vágs skúli.

Tríggir fyrilestrarhaldarar verða við á læraradegnum, øll úr Danmark. Tey eru Lene Tanggaard, nýliga settur rektari á Kolding Designskole, umbiðin kjakari í fjølmiðlunum og hevur skrivað nógvar bøkur m.a. saman við Svend Brinkmann, Theresa Schilhab, neurobiolog, granskingarleiðari, og heimspekingur, hevur skrivað nógvar bøkur, har hon viðger læring í mun til kroppin og sansirnar, og Michael Wahl Andersen, lektari í støddfrøði og sálarfrøði, hevur skrivað hópin av bókum um arbeiðsminni og fakligari lesing innan støddfrøði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder