Gentur og kvinnur í hópatali hava í dag verið á gøtunum í afganska høvuðsstaðnum Kabul at krevja, at eldri gentur aftur sleppa í skúla.
Mikudagin fóru gentur í 7. flokki og uppeftir aftur í skúla fyri fyrstu ferð, síðan Taliban tók valdið í Afganistan í august, men longu fáar tímar seinni vórðu genturnar sendar heimaftur.
Genturnar og kvinnurnar høvdu latið seg í skúlabúna og vóru farnar út at mótmæla.
Sambært Ritzau byrjaði mótmælið frammanfyri undirvísingarmálaráðnum, og endaði tað friðarligt.
Seinasta hálva árið hava bæði gentur og dreingir, ið eru yngri enn 12 ár verið í skúla, men av teimum, sum vóru eldri enn 12 sluppu bert dreingir aftur í skúla í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald