
Her eru tey nýggju tilmælini undir stigi 2 - gula stiganum - sum Bárður á Steig Nielsen júst er komin við.
- 100 fólk kunnu savnast við koronupassi - 20 fólk uttan
- Frá mikudegnum 15. desember fara øll í fólkaskúlanum í jólaafrí. Hetta er eisini galdandi fyri frítíðarskúlarnar. Seransing og trivnaðartilboð vera tó
- Mæla til at náttarlív og matstovur lata aftur klokkan 23 (landsstýrið fer í hesum sambandi skjótast til ber at bera uppskot um hjálparpakkar í Løgtingið)
- Ikki fleiri enn tjúgu til jólaborðhald og bert fólk, sum til dagliga eru saman, burdu savnast til tað - løgmaður hevur sjálvur útsett jólaborðhaldið á Løgmansskrivstovuni
- Ansa serliga væl eftir, tá farið verður til handils og royn og far til handils, tá væntast kann at ikki so nógv fólk. Hav gjarna munnbind á, og handlarnir skulu syrgja fyri, at spritt er tøkt, og at frástøða kann haldast
Lagt varð afturat, at allir jólagestir - útisetar - eru hjartaliga vælkomnir, men sligið varð fast, at tað er týdningarmikið, at øll sum koma til Føroya eru sera ansin og fara í heimauppihald til svarið frá kanningin á 2. degi fyriliggur. Bárður á Steig Nielsen kundi staðfesta, at fleiri tilmæli møguliga koma, um støðan ikki batnar.
Les eisini: Danskir næmingar sendir í jólafrí 15. desember
Løgmaður staðfesti beinanvegin á tíðindafundinum, at smittutrýstið í løtuni er ov høgt, og at vandi er fyri at Sjúkrahúsverkið, ið er rakt av nógvum koronutilburðum (omikron), hoknar undir. Tí skulu felags tøk takast, og neyðugt er at smittan verður tálmað - eisini í
Í løtuni eru tíggju persónar við koronu innlagdir á Landssjúkrahúsinum, ið er rakt av 28 smittutilburðum á starvsfólkaøkinum og nærum er í undantaksstøðu. Hetta upplýsti Tummas á Garði á tíðindafundinum.
Fútin, Michael Boolsen, upplýsti eisini, at øll skulu kannast við markið aftur skjótt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald