Nakrir næmingar úr Vágs- og Tvøroyrar skúlum gingu seg í óføri um middagsleitið í dag, skrivar heimasíðan Suðurrás.
Talan er um adventurebreytina sum 10. floks næmingarnir í skúlunum á Tvøroyri og Vági eru saman um. Breytin er fríggjadagar, og tá gongur undirvísingin fyri seg úti í náttúruni.
Í morgun vóru tey farin vestur á Eiðið í Vági at síga. Men meðan næmingarnir vóru í Múlagjógv, broyttist veðrið knappliga og brimið gjørdi, at tey ikki sluppu sama veg heim aftur.
Tí mátti boð sendast eftir bjargingarfeløgunum í oynni, sum fingu næmingarnar upp aftur í øllum góðum.
Suðurrás skrivar, at tað ikki er óvanligt á Vágseiði, at veðrið knappliga broytist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald