Mentan

Skúlanæmingar sýna Vakurleikan og Beistið í Løkshøll

Tað eru 10. floksnæmingar í Runavíkar- og Tofta skúla, sum sýna sangleikin fram í næstu viku

Sangleikurin er skipaður sum ein verkætlan hjá 10. flokki, og hava næmingar og lærarar kýtt seg at smíða pall, seyma búnar og at venja sangleikin í fleiri vikur. Almennu sýningarnar í Løkshøll eru frá 18. til 22. mars (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Sangleikurin er skipaður sum ein verkætlan hjá 10. flokki, og hava næmingar og lærarar kýtt seg at smíða pall, seyma búnar og at venja sangleikin í fleiri vikur. Almennu sýningarnar í Løkshøll eru frá 18. til 22. mars (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-03-13 16:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er vanligt, at skúlanæmingar í Føroyum arbeiða við og sýna fram sangleikir. Rúmiska kórið í Hoydølum og miðnámsskúlanæmingar hava ofta átt pallin í Norðurlandahúsinum, og seinastu mongu árini hava 10.floksnæmingar í Fuglafirði - saman við øðrum - framført sangleik í Mentanarhúsinum.

Hetta er í gongd nú, men í Løkshøll í næstu viku vera sýningar, sum 10. flokkarnir í Runavíkar- og Tofta skúla vísa.

Talan er um eina føroyska "útgávu" av "Beauty and the Beast". Tað er eitt gamalt franskt ævintýr, sum er mest kent í nýggjari tíð fyri Disney-filmarnar (tann fyrri ein teknifilmur)

Til ber at lesa meira um gongdina her

Sangleikurin er skipaður sum ein verkætlan hjá 10. flokki, og hava næmingar og lærarar kýtt seg at smíða pall, seyma búnar og at venja sangleikin í fleiri vikur. Heimasíðan nes.fo. skrivar eisini, at sjónleikurin rakar ein breiðan málbólk og er egnaður til alla familjuna.

Almennu sýningarnar eru frá 18. til 22. mars. Sangleikurin byrjar klokkan 18 og tekur umleið ein tíma.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder