Innanlands

Skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar opið sum vanligt í morgin

Á ávísum dagstovnum og skúlum, sum beinleiðis eru raktir av smittu, eru neyðug stig tikin

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-24 20:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsufakligi ráðgevarabólkurin til skúlar og dagstovnar hevur havt fund í sambandi við stóru økingina í smittutalinum hesar seinastu dagarnar.

Neyðug stig eru tikin innan ávísu dagstovnarnar og skúlarnar, sum eru beinleiðis raktir av smittu.

Landslæknin hevur verið í samband við hesi, og tillagingar eru gjørdar í virkseminum.

Skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar hava annars opið í morgin sum vanligt.

Heitt verður á øll um at verða serliga varin og fylgja tilmælum um frástøðu, vaska hendur v.m.. Eisini verður mælt til at halda flokkarnar  atskyldar bæði í undirvísingini og fríkorterunum. Sama er galdandi fyri stovurnar á dagstovnunum. Víst verður samstundis til  vegleiðingarnar, sum fyrr eru sendar út í sambandi við handfaring av koronastøðuni.

Fylgt verður væl við støðuni, og um neyðugt verða fleiri stig tikin so skjótt, sum mett verður, at tørvur er á tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder