Í Finnlandi síggja myndugleikarnir seg noyddar til at seta tiltøk í verk fyri at støðga vaksandi talið av fólkum, sum koma um markið úr Russlandi at leita sær friðskjól.
Finski forsætisráðharrin hevur í dag skuldsett stjórnina í Kreml fyri at skipa fyri hesum fólkastreymi, skrivar Reuters.
Umleið 900 fólk úr Afghanistan, Kenja, Marokko, Pakistan, Somalia, Syria og Jemen eru komin til Finnlands umvegis Russland bara í november mánaði. Áður plagdi hetta talið at liggja á umleið ein um dagin, hava finskir markavørðar upplýst.
Úr Finnlandi verður hetta kallað fyri eitt ‘hybridálop’ á Finnland orsaka av nýggjum mannagongdum hjá russiska markaeftirlitinum.
Finska stjórnin sigur, at Moskva førir fólkini til markið í hevndaratsókn fyri finsku avgerðina um at fara í tættari verjusamstarv við USA, tá landið gjørdist limur í Nato í apríl í ár, orsakað av russisku innrásini í Ukreina.
Finnland hevur longu stongt allar markagrindirnar til Russland uttan ta einu, men roknar framvegis við fleiri migrantum til landið. Einasta markaliðið, sum nú er opið, er Raja-Jooseppi, sum liggur heilt har norðuri í Lapplandi, á markinum eystur móti russisku Kolahálvoynni har Murmansk er høvuðsbýurin.
- Fregnarupplýsingar frá ymiskum keldum siga okkum, at tað framvegis eru fólk á veg... Um hetta heldur fram, verða onnur tiltøk sett í ferk, segði Petteri Orpo, forsætisráðharri á tíðindafundi. Hann segði onki um, hvørji hesi tiltøk verða.
Fleiri finskir miðlar skriva í dag frá dulnevndum stjórnarkeldum, at stjórnin hevur umhugsað at steingja markið.
Finski herurin hevur eisini upplýst, at hann nú hjálpir markavørðunum við at seta upp forðingar fram við markinum til Russlands til tess at forða fólki í at koma um markið í skógarøkjunum.
Eisini Frontex, sum er markaumsitingin hjá ES, hevur sent fólk til Finnlands at hjálpa finsku markavørðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald