2023-12-10 10:30
Á middegi í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í einari jólasmáttu á Vaglinum í Havn.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn varð ymiskt stolið - kakaomjólk, kakur og annað tílíkt. Eisini sá tað út sum, at onkur hevði sovið harinni um náttina.
– Vit funnu fram til tvey vaksin fólk, og tey eru skuldsett fyri innbrot og stuldur, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at jólasmáttan var stongd.
– Smátturnar eru stongdar um næturnar, serliga tær, sum verða brúktar sum kioskir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald