Fyrradagin vórðu 27 útlendingar í Danmark til grundlógaravhoyr, har teir vórðu skuldsettir fyri at smugla 100 kilo av kokaini til Danmarkar umborð á einum skipi.
Kokainið varð blakað av bingjuskipinum Duncan Island eystanfyri Langeland, og tríggir mans tóku ímóti tí í einum lítlum báti. Síðani varð siglt til Spodsbjerg á Langeland, har kokaini varð pakkað inn í viðførisrúmið á einum bili. Ætlanin var, sambært donsku løgregluni, at rúsevnini skuldu flytast til Keypmannahavnar, harfrá tað skuldi flytast víðari til onnur støð í Skandinavia.
Trý fólk vórðu leygardagin handtikin í Spodsbjerg, meðan 24 onnur vórðu handtikin á skipinum sama dag.
Øll fingu tey longda varðhaldsfongsling. Trý teirra í 25 dagar, 14 teirra í 11, og hini 10 í 3 dagar, sigur danska løgreglan við DR og leggur afturat, at talan er um kokain, sum er vert nógvar milliónir.
Av teimum 24, sum vórðu handtikin umborð á bingjuskipinum, eru 13 úr Filipsoyggjunum, fimm úr Russlandi, trý úr Lettlandi, tvey úr Ekvador, ein úr Póllandi, ein úr Ukraina, og ein úr India. Øll eru tey millum 25 og 60 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald