Innanlands

Skuldsettur fyri brot á lógina um fuglaveiðu

Í gjár kannaðu løgreglan og Vørn bátar í Tangafirði og Nólsoyarfirði, og ein hevði eina ólógliga byrsu umborð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-26 10:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár hevði løgreglan eitt átak saman við Vørn, har tey kannaðu bátar í Tangafirði og Nólsoyarfirði.

Tey fóru við løgreglubátinum Óðin at kanna, um útgerð og annað á bátum var í lagi. Seks bátar vórðu kannaðir, og hjá fimm var alt í lagi.

Ein bátur hevði eina byrsu til fuglaveiðu, sum hevði fimm skot, og tað er ikki loyvt. Sambært lógini um fuglaveiðu er tað nevniliga ikki loyvt at veiða fugl við byrsu, sum hevur meira enn tvey skot.

– Vit hava ikki gjørt nógv slík átøk fyrr, og vit skulu líka venda tað við ákæruvaldið í morgin fyri at vita, hvussu farast skal fram í slíkum málum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hann sigur, at løgreglan legði ikki hald á byrsuna ella fuglin, sum teir høvdu fingið, men eigarin fær í øllum førum eina bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder