Innanlands

Skuldsettur fyri at brúka rasistisk orð móti starvsfólki á matstovu

Hetta hendi á einari matstovu í Havn um vikuskiftið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-25 08:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur var farin inn á eina matstovu í høvuðsstaðnum og hevði brúkt rasistisk orð móti starvsfólki á staðnum.

Hetta fór fram leygarkvøldið og varð meldað sunnudagin av eigaranum av matstovuni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sum skilst er talan um ein føroying, sum ikki var gestur á matstovuni. Hann er avhoyrdur og skuldsettur fyri brot á grein 266 b í revsilógini.

266 b er soljóðandi: – Tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.

Málið skal fyrst gjøgnum Ákæruvaldið í Føroyum, og síðan skal metast um tað í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder