Innanlands

Skuldsettur fyri at hava selt rættindi til sjónvarpsrásir uttan loyvi

Løgreglan hevur skuldsett ein 49 ára gamlan mann í Havn fyri brot á upphavsrættin. Tann skuldsetti játtar seg partvís sekan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-16 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Politi hevur skuldsett ein 49 ára gamlan mann í Havn, fyri brot á upphavsrættin, tí hann í fleiri førum hevur selt rætttindi til sjónvarpsrásir, uttan loyvi frá ánaranum av upphavsrættinum.

Hesum boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Politiið hevur lagt hald á ymiska tekniska útgerð, sum nú verður kannað nærri, fyri at fáa greiðu á, hvussu umfatandi lógarbrotið er.

Skuldsetti játtar seg partvís sekan í skuldsetingini. 

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder