Innanlands

Skuldsettur fyri at hótta við knívi í Klaksvík

Maðurin, sum varð handtikin og seinni leyslatin eftir avhoyring í gjár, er eisini skuldsettur fyri herverk og fyri at bróta húsfriðin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-12 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður, sum í gjár varð handtikin fyri at hótta ein annan við knívi, er nú skuldsettur fyri hóttanir, herverk og at bróta húsfriðin.

Hendingin fór fram í Klaksvík klokkan hálvgum fimm sunnumorgunin, men málið er ikki so ógvusligt, sum tað ljóðar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

– Tá løgreglan kom á staðið í gjár varð alt púra friðarligt. Maðurin varð avhoyrdur, játtaði seg sekan, og síðani leyslatin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder