Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap

Ein persónur varð í nátt handtikin fyri at hava gjørt seg inn á tveir aðrar persónar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-23 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur varð í nátt handtikin og skuldsettur fyri harðskap.

Viðkomandi er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á tveir aðrar persónar niðri í býnum.

Løgreglan er enn í ferð við at kanna málið. M.a. skulu fleiri avhoyringar gerast, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta náttin annars hevur verið rættiliga friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder