Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap móti løgreglufólki

Tveir menn vórðu handtiknir uttan fyri eitt skeinkistað í Havn í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-16 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið, stutt eftir klokkan 20, varð ein maður handtikin fyri at sláa eitt løgreglufólk.

Hetta hendi, eftir at løgreglan fekk eina fráboðan um eina illstøðu á einum skeinkistaði í Havn. Tá løgreglan skuldi handtaka ein mann fyri brot á skilhaldsreglurnar, legði ein annar seg ímillum og sló eitt løgreglufólk undir vangan.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at báðir vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Tann eini maðurin er síðani blivin skuldsettur og leyslatin aftur, men hin liggur enn á løgreglustøðini, og hann verður avhoyrdur seinni og kann væntast at verða skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder