Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap og hóttanir

Løgreglan hevur havt fitt av arbeiði í sambandi við ovastevnu í Nólsoy

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-14 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu náttina hevur verið sera lívligt í Nólsoy, har ovastevna er hetta vikuskiftið, og løgreglan hevur eisini havt fitt av arbeiði í hesum sambandi.

Ein maður er skuldsettur fyri at brúka harðskap móti einum persóni. Tað snýr seg um ein neva í andlitið. Viðkomandi er eisini skuldsettur fyri at hótta ein annan persón, og verður møguliga talan um eina skuldseting fyri harðskap afturat eisini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Ein annar persónur boðaði eisini løgregluni frá í morgun, at hann varð blivin sligin í andlitið í sambandi við ovastevnu í Nólsoy, og verður tað málið eisini kannað.

Tveir persónar eru skuldsettir fyri at stjala drykkivørur frá sølustøðum á ovastevnu, og tríggir persónar eru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Tann eini persónurin er yngri enn 18, og verður sosialrapport skrivað, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan hevur eisini sent sjúkrabilar eftir fólki, sum eru komin illa fyri.

Lagt verður afturat, at meðan nógv hevur verið at gjørt í Nólsoy, hevur verið munandi friðarligari aðrastaðni enn tað plagar at vera eitt vanligt leygarkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder