Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap og hóttanir

Hetta er í sambandi við eina hending í náttarlívinum á Tvøroyri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-06 11:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap, og ein persónur er nú skuldsettur fyri harðskap og hóttanir móti einum øðrum persóni.

Harðskapurin varð framdur í náttarlívinum á Tvøroyri, og har vóru fleiri vitni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tann, sum framdi harðskapin var ávirkaður av rúsdrekka.

Upplýst verður, at órættaði hevur verið á sjúkrahúsinum til kanningar, sum er vanligt í slíkum førum, men viðkomandi fór ikki á sjúkrahúsið til viðgerðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder