2021-08-14 09:33
            
        
        
                
            Løgreglan fekk um hálvgun fýra tíðina í nátt eina fráboðan um ein truplan gest, sum eitt vertshús í Klaksvík hevði koyrt á dyr.
Hann stóð uttanfyri vertshúsið og hótti. Ein patrulja hjá løgregluni fór framvið og tað vísti seg at maðurin hevði knív uppi á sær, og hevði hótt við honum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at persónurin hevði við knívinum víst, hvat hann skuldi gera við honum.
Løgreglan hevur lagt hald á knívin, og maðurin er skuldsettur fyri hóttanir eftir lívinum.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald