Innanlands

Skuldsettur fyri hóttanir og harðskap móti tænastumanni

Løgreglan hevur havt fleiri sovandi gestir í nátt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-19 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nærum einki fólk var at síggja í býnum í nátt, men hóast hetta hevur løgreglan havt fleiri sovandi gestir á støðini, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Beint yvir klokkan eitt varð ringt til løgregluna frá einum skeinkistaði um, at rok var av einum manni, sum var illur í sær, og tók løgreglan hann við sær á støðina. Sum útgangsstøði kann maðurin vænta sær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, men møguliga verður hann eisini skuldsettur fyri harðskap.

Beint áðrenn klokkan trý var rok uttanfyri eitt annað skeinkistað. Har bleiv ein maður sligin. Sum skilst, er talan um fleiri brotsmenn, og roynir løgreglan at finna útav, hvørjir teir eru.

Umleið ein tíma seinni varð aftur boðað frá, at ein maður var ólátaður niðri í býnum, og gjørdist hann harðligur, tá løgreglan kom á staðið. Hann er skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni og fyri at hótta familjuna hjá einum løgreglumanni. Maðurin varð handtikin, og avhoyringar verðar gjørdar seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder