Innanlands

Skuldsettur fyri innbrot

Ein persónur hevur játtað seg sekan í at hava brotið inn á Zarepta – Innbrotið varð meldað leygarkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-27 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur er nú skuldsettur fyri innbrotið á Zerepta í Vatnsoyrum, sum varð meldað til løgregluna leygarkvøldið.

Brotmsmenninir høvdu brotið ein rút í bygninginum, og helst var okkurt frystigóðs tikið, upplýsti løgreglan.

Løgreglan hevði upptøkur frá vakmyndatóli at ganga eftir, sum m.a. vístu ein bil og nøkur fólk, sum løgreglan kennir.

Viðkomandi, sum er skuldsettur í málinum hevur játtað seg sekan, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder