Klokkan hálvgum átta í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um ein bil, sum koyrdi óstøðugt í miðbýnum í Havn.
Løgreglan fór út, fann bilføraran, og tað vísti seg, at viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
– Bilurin tók í ein annan, og fólk ringdu til okkum, tí tey sóu, at førarin hevði ilt við at koyra, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at hóast nógv jólaborðhald hava verið kring landið, hevur tað verið øgiliga friðarligt í náttarlívinum.
Onkur fólk eru gliðin í hálkuni, og eisini hava verið støður, har løgreglan hevur verið noydd at skilja fólk sundur, men talan hevur ikki verið um nakran bardaga ella harðskapsmál, verður upplýst.
Í nátt mátti løgreglan eisini hjálpa einum manni, sum lá úti og var so drukkin, at hann ikki kláraði at finna heim. Tá løgreglan kom á staðið var hann so óhøviskur, at løgreglan tók hann við sær á støðina.
Løgreglan fekk seinni fatur á fólki, sum kundu koma eftir honum, og síðani varð hann leyslatin við einari skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald