2024-04-22 09:53
Í gjár varð ein bilførari í Eysturoynni skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Viðkomandi varð steðgaður av løgregluni á middegi, tí illgruni var um, at hann var ávirkaður. Og tað vísti hann seg eisini at vera.
Blóðroynd er tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald