2024-06-17 08:16
Seinnapartin í gjár varð ein bilførari í Eysturoynni tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein bilur koyrdi eitt sindur ófantaligt uttanfyri Norðskálatunnilin, og at hann hevði borið við ein annan bil. Tá løgreglan fór at kanna málið, vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Bilførarin varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og tað málið koyrir nú sína gongd, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið stak friðarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald