Innanlands

Skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Ein bilur fór út av á Froðbiarvegnum í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-01 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bilførari í Suðuroynni er í nátt handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Tað var í sambandi við eitt ferðsluóhapp, sum varð fráboðað um midnáttarleitið. Ein bilur var farin út av Froðbiarvegnum og var endaður á síðuni.

Bilførarin var farin av staðnum, men løgreglan fann fram til føraran og handtók hann eftirfylgjandi á einum bústaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder