Eftir ætlan skuldu mótmælisundirskriftir um Suðuroyarleiðina handast landsstýrismanninum á økinum, Jørgeni Niclasen, handast klokkan 13 í dag. Heili 1.534 fólk hava skrivað undir.
Men tey, sum hava skipað fyri innsavningini av undirskriftum sluppu ikki til Havnar, tí Strandferðslan hevði avlýst alt ferðasamband við oynna í dag orsaka av ringa veðrinum.
- Tað bleiv útsett tí Strandferðslan í gjár umleið klokkan hálvgun fýra kunngjørdi, at øll sigling í dag var avlýst. So vit sleppa ikki av oynni í dag, og tí ber ikki til at handa hesar undirskriftirnar, og tað er ordiliga ironiskt, segði Cecilia Nolsøe Poulsen, ein av stigtakarunum, við útvarpið í dag.
- Vit ynskja at Strandferðslan skal fáa eina hægri játtan soleiðis, at støðið kann hækka. Hetta soleiðis, at suðuroyingar kunnu tryggjast eina trygga farleið til og úr Suðuroynni.
- Vit hava fólk sum arbeiða norðanfjørðs, ferðafólk, ítrótt og nógv, sum eru bundin av at sleppa til og frá. Tað skal sjálvandi vera í lagið, segði Cecilia Nolsøe Poulsen.
Nær undirskriftirnar verða handaðar er nú óvist, men enn hevur Strandferðslan ikki boðað frá nøkrum avlýsingum á Suðuroyarleiðini í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald