Innanlands

Skúli raktur av koronu: Heita á foreldur um at koyra børn til og frá skúla

Skúlin í Eysturkommunu er sera hart raktur av koronu, og í farnu viku vórðu fleiri flokkar sendir heim – Tá skúlin byrjar aftur í komandi viku, verður heitt á foreldur um í mest møguligan mun at koyra børnini til og frá skúla

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2021-10-17 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skúlin í Eysturkommunu er sera hart raktur av korona. Í farnu viku vórðu fleiri smittutilburðir staðfestir í fýra flokkum á skúlanum. Talan er um næmingar í 4., 6. og 7. flokki, og næmingar í fleiri flokkum vórðu sendir heim, stendur at lesa á heimasíðuni hjá skúlanum.

Skúlin er í tøttum samskifti við Landslæknan um, hvussu skúlin, á bestan og skynsamasta hátt, kann verja upp fyri, at smittan spjaðir seg meira enn neyðugt, verður sagt.

Og nú skúlin í komandi viku byrjar eftir heystfrítíðina, heitir kommunan á foreldur í mest møguligan mun um at koyra børnini til og frá skúla.

Hetta, tí at fleiri børn brúka Eysturleiðina til at koma í og úr skúla, og sita tey tá ógvuliga tætt saman. Eisini verður heitt á foreldur um at eggja børnini, sum brúka bussin, til at brúka munnbind, skrivar kommunan á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder