2021-11-06 13:55

Koronakanningar í høvuðsstaðnum eru nú aftur á Eystaru bryggju, eftir at tær seinastu dagarnar hava verið á Skúlanum á Argjahamri.
Kanningarnar vórðu í vikuni fluttar á Argir, har til bar at kanna fleiri fólk enn á Eystaru bryggju. Hetta bar til, tí at Skúlin á Argjahamri var stongdur hesa vikuna vegna koronu.
Men nú boðar Skúlin á Argjahamri frá, at skúlin letur uppaftur týsdagin 9. november.
– Hetta gleða vit okkum til, og so er at vóna, at støðan er so mikið góð, at vit kunnu hava ein vanligan skúladag aftur, skrivar skúlin á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald