
Vágs Skúli hevur í nógv ár verið fyri broytingum, har tað er lagst aftrat av tilboðum í skúlanum. Tað gleðiliga er eisini, at tað legst aftrat við næmingum.
Í samband við fíggjarætlanina 2023 er samtykt at fara undir at gera gamla svimjihylin til eitt auditorium. Í fyrsta umfarið eru 700.000 krónur settar av fyri 2023.
Tað hevur verið eitt ynski frá leiðsluni í Vágs Skúla í longri tíð, tí aulan, sum bleiv gjørd, tá nýggi skúli bleiv bygdur í 1979, er vorðin ov lítil til skúlan, og tað sum skúlin nú rúmar. Har eru bara 60 sitipláss, og skúlin hevur 230 næmingar, og umleið 30 lærarar.
Les eisini: Vágs kommuna lækkar skattin við 02-prosentstigum
Við skúlabyrjan í 2024 hevur skúlin brúk fyri fleiri floksstovum, og er hetta liður í, at skúlin kann gera tær broytingar sum skulu til fyri, at fáa nakrar stovur aftrat, tí tað verða fleiri tvísporaðir flokkar.
Skúlin er fyri broytingum, og tí fara okur at gera ein langtíðaætlan fyri skúlan, og tær dagføringar, sum skúlin skal gera tey næstu árini, sigur Levi Mørk formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommuni, ið fegnast um, at gongd endliga kann setast á hesa verkætlanina.
Vágs kommuna


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald