Innanlands

Skúlin á Giljanesi 60 ár

Í ár eru 60 ár síðani Miðvágs-Sandavágs skúli, skúlin á Giljanesi varð bygdur

Mynd: Vága kommuna

Mynd: Vága kommuna

2021-03-27 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikuskifti fyllir fyrsti felagsskúlin í Føroyum 60 ár

Tað var annan páskadag, 3. apríl í 1961, at næmingar úr Miðvágs skúla og næmingar úr Sandavágs skúla gingu skrúðgongu inn á Giljanes, har nýggi felagsskúlin var bygdur.

Tað var á fundi í skúlanum í Sandavági á vári í 1955, har sóknarstýrini, skúlanevndirnar og lærarar í Miðvági og Sandavági samdust um, at fara undir at byggja ein felagsskúla á Giljanesi, skrivar Vága kommuna.

Á Giljanesi vóru 219 næmingar í yngru flokkunum, og 38 næmingar í framhaldsdeildini í tveimum flokkum. Børnini gingu í sama flokki úr báðum bygdunum.

Í dag ganga um 300 børn og ung á Giljanesi og vóru tey samlaði fríggjadag fyrrapart til eitt føðingardagshald áðrenn tey fóru í páskafrí.

Nógv var á skránni, eitt nú myndatøka, tónleikur, dansur, spøl, umframt at borðreitt var við køkum og grillaðum pylsum.

Myndir frá hátíðarhaldinum síggjast á Jn.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder