Innanlands

Skúlin á Skúlatrøð verður ikki klárur til skúlabyrjan

Hóast arbeiðið nú gongur væl, so verður skúlin í Klaksvík ikki liðugur til skúlabyrjan í august í ár

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-07-24 16:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóast arbeiðið nú gongur væl, so verður skúlin ikki liðugur til skúlabyrjan í august í ár. Hálvan september fæst nærri at vita, nær vit kunnu taka fyrsta byggistig í nýtslu

Skúlabyggingin á Skúlatrøð er størsta einstaka íløga, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur gjørt. Arbeiðið við at byggja skúlan hevur drigið út, serliga orsakað av marknaðarviðurskiftum, og ferðini í samfelagnum, har stórur tørvur hevur verið á arbeiðsmegi. Burtursæð frá tí, hevur arbeiðið gingið væl, og dygdargott arbeiði er gjørt. Hóast tað ikki manglar nógv í at fáa fyrsta byggistig liðugt, so mugu næmingar og lærarar brynja seg við toli í eitt stutt tíðarskeið aftrat.

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini sigur, at hon sjálvandi harmast um, at arbeiðið ikki verður liðugt til skúlabyrjan, men fegnast um, at arbeiðið við fyrsta byggistigi nú veruliga nærkast einum enda. Fleiri skúlastovur eru komnar heilt langt, og um stutta tíð kunnu næmingar og lærarar njóta nýggju umstøðurnar á Skúlatrøð.

Vit kunnu eisini gleðast um, at vit í arbeiðsgongdini eisini hava tikið meiri við, so eitt nú atkomuviðurskiftini til bilar og parkering eru vorðin munandi betri, enn upprunaliga var partur av fyrsta byggistigi, og harafturat hava vit fingið nýggjar og tíðarhóskandi karmar til serdeildina, sigur Beinta Klakstein, forkvinna, við heimasíðuna hjá kommununi.

- Lærarar, næmingar og foreldur hava verið sera tolin, og eri eg ómetaliga fegin um tað, tí henda stóra verkætlan hevur kravt nógv av starvsfólkunum, sum veruliga hava gjørt eitt gott arbeiði, hóast umstøðurnar hava verið merktar av, at ein stór bygging er farin fram, sigur Beinta Klakstein.

Neyvari kunning um, nær fyrst byggistig verður liðugt, og klárt er at flyta inn, verður givin um hálvan september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder