Áðrenn jól fer bretska tjóðartingið at hava atkvøðugreiðslu um skilnaðaravtaluna, sum bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur fingið í lag við ES.
Tað segði Boris Johnson, tá hann vitjaði enska býin Sedgefield í gjár.
- Vit hava 100 prosent stuðul til avtaluna, og vit kunnu heilt víst fáa hetta avgreitt áðrenn jól, segði hann sambært Ritzau.
Á valinum 12. desember fekk konservativi flokkurin sítt besta valúrslit í meira enn 30 ár. Nú flokkurin hevur fingið stóran meiriluta í undirhúsinum, verður helst lættari at fáa semju um brexit.
Áðrenn valið hevði undirhúsið nevniliga vrakað fleiri brexit-loysnir.
Andstøðuflokkurin Labour fekk á valinum sítt vánaligasta úrslit síðan 1930ini. Labour misti 59 sessir og hevur nú bert 203 sessir eftir. Floksleiðarin, Jeremy Corbyn, hevur síðani biðið um umbering fyri vánaliga úrslitið, og hevur hann greitt frá, at hann ikki ynskir at standa á odda fyri flokkinum til komandi val.
Frestin hjá bretum at fara úr ES var upprunaliga 29. mars í ár, men hevur hon verið útsett fleiri ferðir. Núverandi freistin er 31. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald