Síðan 1980 hava vit á hvørjum ári skift yvir til summartíð í Føroyum, og tað fara vit eisini at gera komandi fimm árini.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum hevur nevniliga sent út kunngerð um summartíð fyri 2024, 2025, 2026, 2027 og 2028, skrivar Kringvarpið.
Tað hevur verið kjak um at gevast við summartíð- og vetrartíð. Í 2022 segði Bárður á Steig Nielsen, táverandi løgmaður, at hann helt, at tíðin var farin frá at flyta klokkuna. Heldur áttu vit at farið yvir til varandi summartíð, segði hann.
Tá Bárður á Steig Nielsen fyri tveimum árum síðani lýsti kunngerð um summartíð, var hon bert galdandi í tvey ár og ikki fimm, eins og undanfarnar kunngerðir um summartíð. Men við nýggju kunngerðini hjá landsstýrismanninum í lógarmálum er greitt, at vit 31. mars aftur skulu flyta klokkuna.
Dagførd 19.02 kl. 7.08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald