
Seinastu dagarnar hava nógvir havnaborgarar kókað vatn, tí bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum úr Havnardali.
Og nýggjasta drekkivatnskanningin vísir, at bakteriur framvegis eru í drekkivatninum.
Kókitilmælið stendur tí við í teimum pørtum av Havnini og Argjum, ið fáa vatn úr Havnardali, sigur Tórshavnar kommuna.
Kókitilmælið stendur við, til nærri boð verða givin. Úrslitini av næstu drekkivatnskanningini fyriliggja mánadagin 7. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald