Innanlands

Skulu eisini hava eitt øðrvísi 9. floks prógv

Hetta heldur Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, sum vísir á, at nógvir tannáringar - serliga dreingir - kunnu hava tað ógvuliga trupult við klassisku skúlagongdini

2025-02-12 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At 8. og 9. flokkur kann vera ein truplur og sensitivur aldur hjá nøkrum næmingum sæst javnan í skúlunum. Hesi ungu mugu fáa møguleikar at mennast øðrvísi, enn støðan er í dag.

Hetta skrivar Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum.

Hann byrjar við at vísa til, at fyrr var tað púra vanligt at blaðungir næmingar, serliga dreingir, fóru tíðliga úr skúlanum - og síðani hava fingið nógv burturúr:

- Tey av okkum, ið gingu í skúla í 70-unum ella 80-unum, og onnur við eisini, minnast sjálvsagt næmingar, sum fóru úr skúlanum eftir 7. flokk ella møguliga mitt í 8. flokki. Tað var oftast talan um dreingir, ið vóru sera skúlatroyttir og høvdu ofta eisini ilt við at klára skúlans karmar og krøv, so teir ynsktu seg bara burtur. Ofta fóru teir til sjós. Fleiri á Flemish Cap. Hóast blaðungir vísti hetta seg oftast at vera tað rætta fyri teir. Tað, eg veit, blivu allir fólk. Ja, skilafólk, og nógvir eru góðir yvirmenn á skipum tann dag í dag. Teir orkaðu bara ikki 8. flokk ta tíð tað var, men komu so fyri seg aftur nøkur ár seinni.

Tað eru serliga dreingirnir, ið kunnu uppliva avbjóðingar í hesum aldrinum við at vera ómotiverðair í skúlanum, vísir Bergur Samuelsen. Hann heldur, at skipanir mugu setast í verk, sum hjálpa hesum næmingunum víðari á leiðini.

- At 8. og 9. flokkur kann vera ein truplur og sensitivur aldur hjá nøkrum næmingum sæst javnan í skúlunum. Hesi ungu mugu fáa møguleikar at mennast øðrvísi, enn støðan er í dag. Eitt nógv tættari og betur skipað samstarv við arbeiðspláss og vinnulívið sum heild, er tiltrongt. Hesir næmingar, oftast dreingir, eru bara at kalla steðgaðir upp í skúlanum, tí teir eru skúlatroyttir og orka ikki mentalt.

Harvið nýtist tað ikki bert at vera skúlagongd, sum skúlarnir skulu bjóða tannáringunum, men eisini eina veruliga byrjan uppá arbeiðslívið og meira "verkligar møguleikgar"

Samfelagið fær tað aftur fleirfalt seinni, skrivar Bergur Samuelsen. Hann staðfestir, at "í útgangsstøðinum skulu øll ganga 9 ár í skúla, tó við nøkrum tillagaðum og broyttum skipanum, tá tað gerst neyðugt".

Til ber at lesa alt skrivið á skulabladid.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder