Innanlands

Skulu ikki gjalda ansingargjald fyri november og desember

Klaksvíkar býráð hevur samtykt eitt uppskot, sum skal gera tað lættari hjá barnafamiljum á jólum

Minnilutin í Klaksvíkar býráð - Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen, Annika Steintórsdóttir og Tummas Lervig

Minnilutin í Klaksvíkar býráð - Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen, Annika Steintórsdóttir og Tummas Lervig

2023-11-17 18:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at at geva foreldrum at børnum, ið ganga á dagstovni ella í frítíðarskúla ikki skulu gjalda fyri at hava børnini á stovni í november og desember.

Barnafamiljurnar eru sera skerdar, nú tað stunda til jólar. Høgt rentustøði og høgir prísir á gerandisvørum og olju, ger at gerandisdagurin er vorðin munandi dýrari seinastu tíðina.

– Jólini krevja vanliga nógv av fíggjarstøðuni hjá familjuni, og verandi prísstøði leggur bara stein oman á byrðu, sigur minnilutin í Klaksvíkar býráð - Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen, Tummas Lervig og Annika Steintórsdóttir - sum eigur uppskotið, og sum fegnast um, at býráðið einmølt hevur tikið undir við hesum.

– Inntøkurnar hjá kommununi hava enn einferð sett met, og vit kunnu fegnast um, at kommunan hevur fingið góðar 11,5 milliónir krónur í meirinntøkum higartil í ár og bert fyri oktober var meirinntøkan góðar 1,5 milliónir krónur. Tí er tað upplagt, at peningurin verður brúktur til ein munagóðan lætta hjá barnafamiljuni beinanvegin. Jólini skulu snúgva seg um hugna, samanhald, gleði og familjuna.

– Okkara vón er, at ein slíkur fíggjarligur lætti kann økja um trivnaðin og geva barnafamiljuni eitt frírúm nú jólahøgtíðin nærkast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder