Innanlands

Skulu ikki óttast covid-19 koppseting meira enn aðrar koppsetingar

Hóast tað hevur gingið óvanliga skjótt fyri seg at menna koppsetingarheilivág móti covid-19, skulu vit ikki óttast at lata okkum koppseta, sigur Tummas í Garði. Tað er tó ikki tvungið at koppseta seg

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-18 11:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstum vera umleið 2000 føroyingar koppsettir móti covid-19. Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum í gjár.

Tað var fyrr í ár, at covid-19 byrjaði at herja kring heimin, og longu nú eru myndugleikarnir klárir við koppseting. Hetta er óvanliga skjótt fyri eina koppseting, men tað gevur ikki orsøk til at óttast, sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya.

Les eisini: 4.770 skamtir frá Pfizer/BioNTec koma til Føroya - kanska longu annan jóladag

Hann segði við Portalin eftir tíðindafundin í gjár, at orsøkin at tað hevur gingið so skjótt er, at pengar eru í koppsetingini, og at framleiðararnir tí hava sett alt inn fyri at fáa hana góðkenda.

- Tað hevur gingið øgiliga skjótt, men tað er tí at hetta er ein vaksina, sum tað eru pengar í. Nógv orka er tí sett a at fáa hana framleidda og fáa hana skjótt góðkenda. Tað er hinvegin ikki vanligt við teimum smáu vaksinunum, har tað ikki eru nógvir pengar í. Og tí ganga tað ofta eitt, tvey ella trý ár, áðrenn tær verða góðkendar, greiðir Tummas í Garði frá.

Tað eru hjáarin við øllum heilivági, og Tummas í Garði heldur ikki, at hetta er nakað, vit eiga at óttast meira enn nakað annað.

Kaj Leo Holm Johannsen, landsstýrismaður, tekur undir við varastjóranum í sjúkrahúsverkinum.

Ikki tvungið
- Man vil altíð vera 100 prosent tryggur, men hetta er ein vaksina av einari rúgvu av vaksinum, sum eru komnar síðstu nógvu árini. Læknar tykjast tryggir um hetta, og myndugleikapersónar í Danmark eru eisini tryggir um hetta, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Hann væntar, at flestu føroyingar fara at lata seg koppseta.

- Hetta er eitt tilboð, og ikki tvang, men í Danmark hevur man spurt fólk, og har siga 80 prosent av fólkinum seg vilja koppsetast meðan 20 prosent ikki vilja tað.

Hann væntar, at vit í Føroyum kenna okkum uppaftur tryggari við myndugleikarnar, og sipar til at talið av fólki, sum ynskja at koppseta seg i Føroyum, helst er hægri enn í Danmark.

Fyrsta sendingin av koppsetingarheilivági, sum Føroyar fær, kemur kanska longu annan jóladag, og talan er um 4.770 skamtir. Tvær koppsetingar skulu til, og tí verða gott 2000 føroyingar koppsettir í fysta umfari.

Kaj Leo Holm Johannesen væntar, at longu fyrst í nýggja árinum kemur meira koppsetingarheilivágur.

Les eisini: Persónur í Alaska allergiska reaktión eftir covid-19 koppseting

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder