Uttanlands

Skulu ikki undirmeta Russland

Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato heldur tað vera upp til ukrainar, nær teir vilja samráðast við russar, og hvørjar treytir teir kunnu góðtaka

Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato ávarar ímóti at undirmeta Russland, eftir at russiski herurin er farin úr Kherson (Savnsmynd)

Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato ávarar ímóti at undirmeta Russland, eftir at russiski herurin er farin úr Kherson (Savnsmynd)

2022-11-14 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku tók Russland her sín úr Kherson-økinum í Ukraina, og í hesum sambandi ávarar Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato ímóti at undirmeta Russland.

Hann sigur, sambært DR, at Russland framvegis hevur stóran kapasitet og nógv fólk, og hevði tað verið eitt mistak at undirmett russar.

– Komandi mánaðirnar verða torførir. Málið hjá Putin er at lata Ukraina vera kalt og myrkt hendan veturin, so vit mugu halda kós, sigur hann.

Eisini sigur Stoltenberg, at tað er upp til ukrainar at avgera, nær og hvussu teir vilja samráðast við russar um at fáa ein enda á krígnum.

– Tað er upp til Ukraina at avgera, hvørjar treytir, tey kunnu góðtaka. Tað, vit eiga at gera, er at stuðla Ukraina og styrkja teirra hond, so har einaferð kunnu vera samráðingar, har Ukraina fer at sigra sum ein sjálvræðin tjóð í Evropa, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder