Innanlands

Skulu ikki vera fleiri enn 20 næmingar í hvørjum flokki

Uppskot er sent til hoyringar um at avmarka talið á næmingum í hvørjum flokki til 20 – Høvuðsendamálið við uppskotinum er at geva lærarum meira tíð til hvønn einstakan næming og harvið geva næmingum betri læriumstøður

Næmingar í Skúlanum á Fløtum í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Næmingar í Skúlanum á Fløtum í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-22 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næmingar, sum byrja í 1. flokki frá skúlaárinum 2025/2026 skulu ikki vera fleiri enn 20 í hvørjum flokki. Tað er ætlanin hjá landsstýrismanninum í barna og útbúgvingarmálum.

At avmarka næmingatalið var eitt av tilmælunum í áliti um broytingar í fólkaskúlalógini, sum varð handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í fjør, og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur nú sent uppskot til hoyringar um broyting av grein 20 í fólkaskúlalógini, sum snýr seg um at júst hetta.

– Er næmingatalið í flokkinum hægri enn 20 við skúlaársbyrjan, kann skúlaleiðarin avgera at býta flokkin í tveir flokkar ella seta aðra fyriskipan í verk, stendur í uppskotinum, sum eftir ætlan skal koma í gildi 1. juli 2025.

Byrjað verður við 1. flokki, og skipanin verður síðan rullað út yvir níggju ár og soleiðis sett í gildi eftir níggju árum við einum árligum kostnaði á umleið 4 milliónir krónur.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at geva lærarum meira tíð til hvønn einstakan næming og harvið geva næmingum betri læriumstøður.

– Við at seta inn og geva møguleika fyri at minka um floksstøddina, verður fyrsta stigið tikið til at tryggja tí einstaka næminginum betri úrtøku frá tíðini í fólkaskúlanum, og væntandi kemur hetta átak eisini at betra um trivnaðin hjá børnunum, stendur m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.

Víst verður á, at næmingatalið sambært galdandi lóggávu vanliga ikki eigur at fara upp um 24 í hvørjum flokki, men hendan orðingin er ógreið, og hevur hetta merkt, at flokkar eru og hava verið við fleiri næmingum, har tað er trupult hjá lærarunum at røkka øllum.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er mánadagin 5. februar klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder