2021-06-12 09:15
Tórshavnar kommuna mælir í løtuni til, at borgarar í Kollafirði kóka drekkivatnið.
Tað er orsakað av trupulleikum á vatnverkinum í Kollafirði, at vandi er fyri, at drekkivatnið er dálkað, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Mælt verður tí til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, til nærri boð verða givin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald