Innanlands

Skulu nú søkja um at fáa lærlingafrádrátt

TAKS hevur broytt mannagongd soleiðis, at nýggir lærlingar, sum byrja í læru eftir 1. januar 2024, skulu søkja um at fáa frádráttin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-01-10 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lærlingar hava síðani 2020 fingið frádrátt á 50.000 krónur, men har teir áður hava fingið hetta sjálvvirkandi, skulu teir nú søkja um at fáa frádráttin.

TAKS hevur broytt mannagongd soleiðis, at nýggir lærlingar skulu søkja um at fáa frádráttin.

Hetta er tó ikki galdandi fyri lærlingar, sum byrjaðu í læru áðrenn 1. januar 2024. Teir fáa framvegis sín frádrátt sjálvvirkandi.

Frádrátturin er galdandi fyri lærlingar, sum hava lærlingasáttmála, ið er góðkendur av Yrkisdeplinum, skrivar Vinnuhúsið.

Meira kann lesast um lærlingafrádráttin her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder