Sigursharrarnir á demokratiska undanvalinum í Iowa í farnu viku, Pete Buttigieg og Bernie Sander, krevja nú báðir, at atkvøðurnar verða taldar umaftur. Tað upplýsir demokratiski flokkurin í statinum.
38 ára gamli fyrrverandi borgarstjórin, Pete Buttigieg, tryggjaði sær ein sigur á valinum 0,1 prosentstig frammanfyri 78 ára gamla senatorin, Bernie Sanders.
Tað merkir, at Buttigieg tryggjaði sær 14 valfólk úr Iowa, meðan Sanders fær 12.
Men tað vóru stórar tekniskar avbjóðingar í sambandi við uppteljingina, og tí ynskja teir báðir nú, at atkvøðurnar verða taldar umaftur. Buttigieg hevur biðið um umteljing í 66 valdømum og Bernie sanders í 28.
Áðrenn endaliga úrslitið var greitt, vísti Bernie Sanders annars aftur, at hann fór at krevja umteljing.
- Vit hava fingið nóg mikið av Iowa. Nú haldi eg, at vit flyta fokus móti New Hampshire, segði hann og vísti á næsta undanval. Og tað er í dag, at val verður í New Hampshire.
Tað er ikki tí, at Bernie Sanders væntar at úrslitið fer at broytast, at hann nú ynskir, at talt verður umaftur.
- Tað er neyðugt fyri at tryggja, at fólkið í Iowa kann hava álit á endaliga úrslitinum, sigur ovasti ráðgevin hjá Bernie Sanders, Jeff Weawer, sambært Ritzau.
Sambært veljarakanningunum stendur Bernie Sanders til at vinna valið í New Hampshire í dag framman fyri Buttigieg hóast Buttigieg er gingin nógv fram í veljarakanningunum eftir óvæntaða sigurin í Iowa í farnu viku.
Men ein samanteljing fyri alt landið gevur enn fyrrverandi varaforsetanum Joe Biden flestar atkvøður, men undirtøkan fyri Biden er minkað nógv seinastu vikuna.
Samanteljingin hjá realpolitics.com gevur í dag Biden 23 prosent, meðan Sanders stendur at fáa 22,7. Buttigieg kemur her bara inn á fimta pláss eftir ávikavist Elisabeth Warren og Michael Bloomberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald