Innanlands

Skulu viðgera stuðul upp á hálva millión til Rescue Lív

Tórshavnar býrað skal í annaðkvøld viðgera uppskotið. Hetta skal millum annað brúkast til at skifta fendaran, dagføra brúnna og í næstum verða gomlu motorarnir eisini skiftir.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-10-27 07:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á skránni fyri býráðsfundin í Tórshavnar býráði í annaðkvøld, er millum annað eitt mál um stuðul til Rescue Lív.

Seinastu tvey árini hevur Tórshavnar Kommuna stuðlað Rescue Lív. Hetta er bjargingarbáturin hjá sjálvbodna felagsskapinum Havnar Bjargingarfelag. Báturin hevur verið ein týdningarmikil liður í tilbúgvingini í Tórshavnar Kommunu, og hevur havt uppgávur bæði innan bjarging, sjúkraflutning, eldsløkking, v.m.

Verður málið samtykt á komandi býráðsfundi, fer kommunan eisini tvey tey næstu árini at stuðla Havnar Bjargingarfelag.

Stuðulin verður sambært uppskotinum 500.000 kr. um árið komandi tvey árini. Hetta skal brúkast til fyrstu partarnar av teimum uppstigingunum sum Rescue Lív hevur fyri neyðini. Talan er um at skifta fendaran, at dagføra brúnna m.a. við nýggjum navigasjóns-tólum, og at dagføra EL-innleggingar. Í næstum verða eisini gomlu motorarnir skiftir.

Í september samtykti tilbúgvingarnevndin at kommunan framhaldandi skal stuðla Havnar Bjargingarfelag, og í oktober tók Fíggjarnevndin undir við samtyktini.

Málið kemur fyri á Býráðsfundinum í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder